Hvat er Havnarkortið

Havnarkortið er gávan, sum gevur frælsið at velja á øllum hillum. Við Havnarkortinum kanst tú fara til handils, á matstovu, á konsert, til sjónleik, til fit­ness ella nógv annað.

Havnarkortið fæst hjá Visit Tórshavn í Steinatúni, og kann brúkast í 75 handlum í Havn. Les um í hvørjum handlum, tú kanst brúka Havn­arkortið her

Eitt Havnarkort hevur gildi í 3 ár. Burturmist kort verða ikki endurgoldin.

Viðskiftatreytir í sambandi við keyp av Havnarkortinum (elektroniskt gávukort)

Vit heita á teg um at lesa hesar viðskiftatreytir áðrenn tú keypir Havnarkortið, tá treytirnar eru galdandi fyri tað elektroniska gávukorti.

Havnarkortið

Havnarkortið er eitt gávukort, sum tú kann brúka ístaðin fyri reiðan pening.

Tú brúkar gávukortið sum eitt slag av hevikorti, tvs. at tað er møguligt at handla í fleiri ymiskum handlum við tí sama kortinum. Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum reiður peningur, men hevur eisini sama váða fyri teg.

Gávukortið kann bert brúkast hjá teimum fyritøkum, sum hava gjørt avtalu við Visit Tórshavn um at vera við í Havnarkortinum. Fyritøkur sum ynskja at vera við í Havnarkortinum skulu samstundis eisini vera limur í Felagnum Tórshavn.

Minstaupphæddin á gávukortinum er kr. 100,- og mestaupphæddin er kr. 3.000,-

Havnarkortið verður útbjóðað av

Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17 (Steinatún)
P.O. Boks 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.nr.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
torsinfo@torshavn.fo
www.visittorshavn.fo
V-tal: 352675

Keyp av Havnarkortinum

Tað ber einans til at keypa Havnarkortið við at venda sær til Visit Tórshavn í Steinatúni í Havn. Til ber at keypa Havnarkortið við vanligum gjaldskortum umframt við reiðum peningi. Keypið er bindandi, tá handilin er gjøgnumførdur og peningurin komin á Havnarkortið. Tað rúmast í mesta lagi kr. 3.000 á hvørjum korti.

Sí upplýsingar um iðranarrætt niðanfyri.

Prísir og meirvirðisgjald:

Allir vístir prísir eru í donskum krónum og eru íroknað meirvirðisgjald.

Gildistíðarskeið

Gávukortið er galdandi í 3 ár frá útgávudegnum.

Ánari av elektroniskum pengum kann innan gildistíðarskeiðið er farið og upp til 1 ár eftir hetta biðja um at restupphæddin verður innloyst til áljóðandi virði við at seta seg í samband við útbjóðaran, sbrt. kontantupplýsingunum.

Eitt ómaksgjald áljóðandi kr. 50 verður tikið um restupphæddin verður innloyst innan gildistíðarskeiðið er farið.

Klagurættur (reklamatión)

Sambært føroysku keypilógini §§ 81 ff. hevur tú undir ávísum umstøðum upp til 2 ára klagurætt. Klagurætturin er galdandi frá tí degnum tú gjøgnumførir títt keyp og rindar pening inn á Havnarkortið.

Dátuverndarpolitikkur

Galdandi dátuverndarpolitikkur kann til eina og hvørja tíð finnast á heimasíðu okkara www.havnarkortid.fo

Aktivering av gávukortinum

Gávukortið er aktivt og klárt at brúka tá peningurin er goldin inn á kortið.

Brúk av gávukortinum

Havnarkortið er tað sama sum reiður peningur, og tú brúkar kortið ístaðin fyri reiðan pening í teimum luttakandi handilsstøðunum.

Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum eitt vanligt gjaldskort, men er ikki persónligt. Gávukortið er tískil ikki eitt persónligt handahavaprógv.

Gávukortið kann ikki sperrast um tú t.d. missur tað burtur ella tað verður stjolið. Burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast til reiðan pening, um tað verður burturmist.

Tú góðtekur tí at bera váðan fyri misnýtslu av gávukortinum og harvið váðan fyri tí tapið tú kann koma út fyri um kortið verður brúkt av einum øðrum uttan títt loyvi. Tað sama er sjálvandi galdandi fyri móttakaran, um tú hevur givið øðrum gávukortið ella selt tað.

Hevur tú trupulleikar við gávukortinum ella ynskir tú at klaga um eitthvørt, heita vit á teg um at venda tær til:

Visit Tórshavn
Steinatún / Niels Finsens gøta 17
P.O. Box 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
torsinfo@torshavn.fo
www.visittorshavn.fo

Upplatingartíðir:
Mánadag – Fríggjadag: 09.00-17.00
Leygardag: 10:00-16:00
Jólavikan (18.12 – 21.12): 09:00-20:00
22.12 og tollaksmessu (23.12): 09:00-21:00

Tú hevur eisini í ávísum førum rætt til at kæra til Brúkaraumboðið. Sí nærri á www.bruk.fo

Ynskir tú at klaga yvir eina vøru ella tænastu keypt við Havnarkortinum, skalt tú venda tær beinleiðis til viðkomandi handilsstað, har tú keypti vøruna ella tænastuna.

Hvør stendur aftanfyri Havnarkortið

Tað er Visit Tórshavn sum stendur aftanfyri útgávuna av Havnarkortinum. Visit Tórshavn er ein løgfrøðiligur partur av felagnum Felagið Tórshavn. Handilsstøðini har Havnarkortið kann brúkast skulu øll vera limir í Felagnum Tórshavn fyri at kunna luttaka í Havnarkortinum.

Lógarval og varnarting

Eitt og hvørt keyp er undirlagt føroyskum rætti. Ein og hvør træta um gávukortið, sum fevnir um útbjóðaran av kortinum Visit Tórshavn, skal leggjast fyri Føroya Rætt.

Gildiskoma

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá og við 1. september 2022.

Spurningar og ivamál

Eru ivamál ber til at seta seg í samband við okkum á:

Visit Tórshavn
Steinatún
P.O. Boks 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
torsinfo@torshavn.fo
www.visittorshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag – Fríggjadag: 09.00-17.00
Leygardag: 10:00-16:00
Jólavikan (19.12 – 21.12): 09:00-20:00
22.12 og tollaksmessu (23.12): 09:00-21:00

Verið við í Havnarkortinum