Mass & Mia

Grønlandsvegur 3
+298 789600

Mass & Mia selur dygdargóðar basisvørur til børn og ung, so sum undirklæðir, sokkar, sokkabuksur, húgvur, handskar og regnklæðir. Seinni er úrvalið vaksið munandi til vaksin, serliga innan ullklæði, sum nú fylla størsta partin av vøruúrvalinum.

Vit leggja dent á góðsku, rímiligar prísir og framúr kundatænastu. Vit hava vørur tøkar, har tørvur er á teimum, og lurta eftir kundunum fyri at tryggja, at neyðugar vørur eru at fáa í Føroyum.

Um vit síggja, at okkurt manglar á marknaðinum – til dømis regnklæðir ella aðrar gerandisvørur – kanna vit møguleikarnar og bíleggja heim, um tað ber til. Tí kunnu vit stundum hava vørur, sum annars ikki høvdu verið at fingið í Føroyum, eitt nú svimjiklæðir.

Endamálið er einfalt: at gera tað lættari fyri teg at finna tað, tú hevur brúk fyri – uttan at bíleggja úr útlondum.

 

Vilt tú seta teg í samband við okkum, skriva til massogmia@mail.fo ella finn okkum á facebook

Mán 14:00 – 17.30
Týs 14:00 – 17.30
Mik 14:00 – 17.30
Hós 14:00 – 17.30
Frí 14:00 – 17.30
Ley 10:00 - 16:00
Sun Stongt