Fútastova
Gongin 5
+298 411400
Fronsk matstova, heima í Havn.
Tað hevði verið áhugavert at hoyrt 340 ára gomlu veggirnir í Fútastova siga sína søgu, høvdu teir kunnað tosað. Fútastova hevur verið heim hjá fleiri mætum fútum og øðrum týðandi embætis fólkum í Føroyum. Fútin var hægsta fyristitingarliga vald í Føroyum antin fyri kong ella fyri lensharra, sum hevði fingið Føroyar í len frá kongi. Fútin kravdi inn kongsskatt, matrikkulskatt, leigu av kongsjørð, bøtur fyri lógarbrot og aðrar kongsinntøkur frá føroyingum.
Fútastova hevur eisini verið skúli, kirkja, handil, listasavn, fundarhøli, konserthøli, sethús, sendistova og matstova.
Mán | Stongt |
---|---|
Týs | 18:00 - 22:00 |
Mik | 18:00 - 22:00 |
Hós | 18:00 - 22:00 |
Frí | 18:00 - 22:00 |
Ley | 18:00 - 22:00 |
Sun | Stongt |