elsabech
Jónas Broncksgøta 42
217323
Merkið elsabech bleiv stovnað 2 Sept 2009 av sniðgevanum Elsu Bech – sum klædnamerkið eisini er uppkallað eftur. Vit hava handil og teknistovu/verkstað á Jónas Broncksgøtu 42 í Havn.
Vit selja damuklæðir, tilhoyr, og hondgjørdar smykkur sum er okkara egna design.
Merkið elsabech er rátt við einum kvinnuligum tvistið sum lætt kemur til sjóndar í okkara kollektionum.
Tann føroyska nátturan og máttmikli struktururin í Føroyum hevur stóran leiklut í okkara sniðgeving og íblástri, man kann siga at tann føroyska nátturan hugkveikir okkum út í tað óendaliga, og gevur okkum nógvan íblástur. Eisini leggja vit stóran dent á, at bæði tilfar og snið eru neyvt gjøgnumhugsað og valt út til kollektionirnar.
Mán | 12:00 - 17:30 |
---|---|
Týs | 12:00 - 17:30 |
Mik | 12:00 - 17:30 |
Hós | 12:00 - 17:30 |
Frí | 12:00 - 17:30 |
Ley | 10:00 - 16:00 |
Sun | Stongt/Closed |